Scroll to top
Heim

Føroyakanningin

Føroyakanningin ger greitt, um tú ert berari av eini ella fleiri av teim kendu sjúkuelvandi ílegubroytingunum, sum serstakliga javnan koma fyri í og hjá føroyingum.

Framferð

Tað er bæði lætt og ómakaleyst at verða kannað/ur fyri ílegubroytingar. Tú keypir kanningina her á heimasíðuni - so senda vit tær ein pakka við útgerð at savna spýtt í. Tú sendir pakkan aftur til okkum, og einar 4-5 vikur seinni fært tú úrslitið sendandi!

Sjúkurnar

Arvafrøðiligar kanningar kunnu greina, um vit bera broytingar í okkara arvamassa. Slíkar sjúkuelvandi broytingar í arvamassanum kallast úrbregði.

Okkara søga

Amplexa Genetics varð stovnað í 2006 og og er sostatt ein av heimsins longstvirkandi, privatu, klinisku ílegustarvsstovum. Felagið er føroyskt, við starvsstovum bæði í Danmark og Føroyum. Vit hava serkunnleika innan okkara øki og við nærlagni útvega vit kanningar, sum eru nýtiligar í verki og við høgari góðsku. Kanningarúrslit verða frágreidd, so tey eru løtt hjá einstaklinginum at skilja.

Tíðindi

Amplexa Genetics hevur víðka kanningarmøgulaikan við 3 sjúkum afturat

Amplexa hevur víðkað kanningina. Frá juni 2019 eru 3 sjúkur lagdar afturat teim 9 vit higartil hava kannað fyri. Sostatt kanna vit nú 16 ymisk íleguúrbregði…

19/06/2019

Kunnandi fundur um kanningarloysn fra Amplexa Genetics

Kom og hoyr um møguleikan at verða kannað fyri 12 ílegu-úrbregði, ið elva til 9 ymiskar sjúkur, sum koma lutfalsliga sera ofta fyri hjá føroyingum. Fundurin…

02/05/2019

Amplexa Genetics umrøtt í danska tíðindablaðnum Politiken viðvíkjandi ílegukanningum

Arvaligar sjúkur kunnu liggja í dvala í fleiri ættarlið, men um bæði foreldrini bera somu úrbregði, í somu víkjandi ílegum, er váði fyri at at fáa…

14/01/2019

Kanningar ætlaðar føroyingum

Føroyar liggja avbyrgdar í Atlantshavi og ikki hevur verið lætt at koma til og frá oyggjunum gjøgnum tíðirnar. Fáir íbúgvar, ið seinastu 200 árini eru…

17/12/2018

Samband við okkum