Scroll to top
Amplexa Genetics luttekur á “Fertilitetsmessen”

Amplexa Genetics luttekur á “Fertilitetsmessen”

10/05/2018

26. – 27. mai 2018 verður Fertilitetsmessa í Docken í Norðurhavnini í Keypmannahavn.

Hesaferð luttekur Amplexa Genetics á messuni. Tað er fyrstu ferð ein ílegustarvsstova er við á Fertilitetsmessuni.

Á messuni luttaka eisini serfrøðingar innan fertilitetsviðgerð frá bæði donskum og altjóða fertilitetsklinikkum, sáðbankar, sálarfrøðingar, sjúklingafeløgum o.m.o.

Amplexa Genetics fer at greiða vitjandi frá møguleikanum at kanna – fyri gyting – um foreldur bera sjúkur í ílegunum, sum tey kunnu føra víðari til barnið, og harumframt fortelja eitt sindur um genetik, ílegukanningar og hvat til ber at finna.

Meira um....

Samband við okkum