Scroll to top
Framferð

Amplexa Genetics A/S
Tolderlundsvej 3B, 2
DK-5000 Odense C
Danmark
Tel.: +45 6611 6628

Avgreiðslutíðir: Mán-Frí: 9:00-15:00

CVR nr. 2942 8441
Teldupostur: info@amplexa.com

 

Banki: Danske Bank
SWIFT: DABADKKK
Gjald í DKK:
Skrás. nr.: 3596 Konta: 3600 3362 2373 43
IBAN: DK1230 00 3362 2373 43
Gjald í EURO:
Skrás. nr.: 3596 Konta: 3600 085 980
IBAN: DK4030 00 3600 085 980

Framferð

Tá tú hevur keypt kanningina, senda vit tær teldupost við vegleiðing um framferðarhátt og eina kvittan.

Stig 1:
Tá inngjaldið er skrásett hjá Amplexa Genetics, senda vit tær eitt ”Oragene”-royndarhylki at lata spýtt í.
Tað er umráðandi at tú kannar, um navn og føðingardagur á hylkinum samsvarar við navn og føðingardag hjá tær. Hylkið er persónligt – tað er eisini umráðandi at minnast, um tit eru fleiri, ið verða kannað ísenn.
Allar innsendar royndir verða skrásettar og fáa eitt innanhýsis Amplexa eyðmerkingarnummar.
Er pakkin ikki komin framm innan vanliga postavgreiðslutíð, set teg so í samband við okkum á info@amplexa.com ella ring +45 6611 6628.

Fyrst kanna vit, um royndarhylkið er fylt heilt upp til svørtu strikuna og um vætan í hylkinum sær nøktandi út. Er alt ikki í lagi, kann henda, at vit biðja teg senda nýggja spýttroynd

Stig 2: DNA úrdráttur.
Er spýttroyndin nøktandi, fara vit til arbeiðis. Vit draga DNA burturúr innsenda spýttinum. Síðani máta vit, um mongdin av DNA er nóg stór at greina. Væntar í, royna vit aftur – og um mongdin framvegis ikki er nøktandi, seta vit okkum í samband við teg. Tørvur er tá á nýggjari spýttroynd.

Tann mest vanliga orsøkin til, at tað ikki er nokk av DNA í royndarhylkinum, er, at tað ikki er eydnast at fáa alla vætuna úr lokinum niður í hylkið. Tað kann eisini vera, at tú er ein teirra, sum bara ikki hevur serliga nógv DNA í teirra spýtti. Um tað heldur ikki eydnast okkum at draga nógmikið av DNA burturúr aðru spýttroyndini, mæla vit til, at tú fert til læknan at taka blóðroynd at senda okkum. Tað kemur tíbetur sjálvdan fyri, at blóðroynd er neyðug – bara tú fylgir leiðbeiningini neyvt, (sí “stig-fyri-stig”- leiðbeining niðanfyri, ella sí video niðast á síðuni). Harafturat er vert at hava í huga, at  best er at:
– Spýta í hylkið um morgunin,
– Ikki busta tenn, drekka, roykja ella tyggja tyggigummi hálvan tíma fyri sputt.
– Tyggja í kjálkan soleiðis, at slímhinnan avgevur kyknur og spýttgerðin verður nørd.

Stig 3: Sanger Sekventering.
Við Sanger Sekventering staðfesta vit, um tú hevur eitt ella fleiri úrbregði í ílegunum; tvs, at vit finna útav, um tú er berari av einum ella fleiri av teimum tilsamans 12 kendu frábrigdum, sum eru í há-útbreiðslu í Føroyum.
(Sí meira á enska videobrotinum The Sanger Method of DNA Sequencing).

Stig 4: Frásøgn.
Tá ið royndin er greinað liðugt, fer okkara lívevnafrøðingur til arbeiðis. Hann arbeiðir ikki einsamallur, men kannar saman við ørðum serfrøðingum greiningarúrslitið.
Síðani skriva vit tær eina frágreiðing.  Frágreiðingin ger tær greitt, um tú ber nevndu úrbregði ella ikki.
Tað ganga einar 4-5 vikur frá vit fáa spýttroyndina, til tit kunnu vænta svar.

1. Skráset keypið.

Fyll út bíleggingarfrymilin og vel gjaldshátt. Legg til merkis, at tú kanst bíleggja sum Einstaklingur, Par ella sum Familja (í mesta lagi 5 persónar).

2. Saliva KIT content
Tá inngjaldið er skrásett, fáa tit eitt ”Oragene”-rør/bikar at spýta í við postinum. Les og fylg vegleiðingini, (Ella sí nýtsluvegleiðingina á video niðanfyri).

3. Spýt upp til svørtu strikuna
Spýt til fylt er upp til svørtu strikuna á rørinum/bikarinum – tað kann taka eina løtu. Minst til ikki at hava etið ella annað, í minsta lagi 30 min fammanundan at spýtt verður.

4. “Klikka” lokið á
Legg lokið á soleiðis, at vætan í lok-rúminum rennur niður og blandast við restini.

5. Skrúva trakt-lokið av
Skrúa síðani hetta (trakt)-lokið av. Halt rørið lodrætt, so vætan ikki rennur úr.

6. Skrúva nýggja einfalda lokið á
Skrúa nýggja, einfalda, bláa lokið á – skrúva til tætt er

7. Vend at blanda
Vend rørinum nakrar ferðir, so alt verður væl blandað.

8. Legg rørið íaftur plastbjálvan
Legg rørið/bikarið íaftur plastbjálvan. Koyr tað í ein boblu-brævbjálva og send okkum á Amplexa Genetics brævið.

9. 4-5 vikur eftir er svarið klárt
Tá Amplexa Genetics hevur móttikið spýttrørið, draga vit DNA úr royndini, og byrja at kanna..
Einar 4-5 vikur seinni er kanningarsvarið klárt.

Oragene spýtt uppsamling

Amplexa Genetics A/S
Tolderlundsvej 3B, 2
DK-5000 Odense C,
Denmark
Tel. +45 66 11 66 28
Opening hours: Mon-Fri: 9:00-15:00
CVR nr. 29428441
info@amplexa.com

 

Bank Name: Danske Bank
SWIFT: DABADKKK
For payment in DKK:
Reg. nr.: 3596
Account nr.: 36003362237343
IBAN: DK1230003362237343
For payment in EURO:
Reg. nr.: 3596
Account nr.: 3600085980
IBAN: DK4030003600085980

Samband við okkum