Scroll to top
Kanningar ætlaðar føroyingum

Kanningar ætlaðar føroyingum

17/12/2018

Føroyar liggja avbyrgdar í Atlantshavi og ikki hevur verið lætt at koma til og frá oyggjunum gjøgnum tíðirnar. Fáir íbúgvar, ið seinastu 200 árini eru 10-faldaðir í tali, hevur ført við sær,  at flestu føroyingar eru í ætt. Tískil síggjast einstakar arvaligar sjúkur óvanliga tíðum í Føroyum.
Nú ber til at kanna, um tú ert berari av hesum sjúku-ílegum. Sjúku-ílegu-berarar hava verri enn so altíð sjúkueyðkenni, men tveir berarar eru í stórum váða at fáa sjúk børn. Royndir vísa, at einstakar av sjúkunum, sum kannað verður fyri, kunnu viðgerast, um viðgerðin byrjar tíðliga – aðrar kunnu ikki viðgerðast.
Um tú veitst, um tú ert berari, so ber til at taka støðu og fyrireika seg til sína komandi familju.

Meira um....

Samband við okkum