Kanningar fyri víkjandi sjúkur
20/05/2018
Øll menniskju bera úrbregði fyri fleiri ymiskar sjúkur í teirra íleguhópi. Men sjálvt um tú hevur úrbregði, er als ikki vist, at tú hevur nøkur sjúkueyðkenni; men um makin eisni hevur úrbregði í somu ílegum, so er stórur vandi fyri at fáa sjúk børn.
Fleiri av sjúkunum kunnu viðgerast – royndirnar eru nógvar og góðar. Nú bjóðar Amplexa Genetics tvær ílegukanningaloysnir. Tann eina kanningin gevur vitan um berarastatus fyri umleið 100 ymiskar arvaligar sjúkur, meðan hin kanningin er ætlað fólki ættað úr Føroyum. Seinna kanningin er fyri 9 sjúkur, sum vísa seg við lutfalsliga sera ofta í Føroyum.