Nýggjur leiðandi stjóri og heilsufrøðiligur stjóri
05/02/2018
1. februar 2018 varð Helle Hjalgrim sett í starv sum leiðandi- og heilsufrøðiligur stjóri á Amplexa Genetics A/S. Helle hevur fyri setanina arbeitt sum fyrst granskingarleiðari og síðani heilsufrøðiligur stjóri fyri Filadelfia (Epilepsisjúkrahúsið) i Dianalund. Hon er serlækni innan nevropediatri og hevur eina masterútbúgving innan leiðslumenning. Í sambandi við setanina hevur Amplexa Genetics endurskoðað rakstrarætlaninar og í tí sambandi er avgjørt eisini at veita kanningar til einstaklingar/privat.