Scroll to top
Um Amplexa

Um Amplexa Genetics

Amplexa Genetics varð stovnað í 2006 og er sostatt ein av heimsins longstvirkandi, privatu, klinisku ílegustarvsstovum. Felagið er føroyskt, við starvsstovum bæði í Danmark og Føroyum. Felagið hevur frá fyrstan tíð verið slógbrótandi innan sølu av ílegukanningum. Felagið strembar beinstevnt eftir at veita kanningar við høgari góðsku og at gera kanningar, sum eru til gagns fyri tann einstaka.

Okkara missión og visión

Okkara starvssetningur (missión) er at útvega vitan, sum kann hjálpa tí einstaka at taka avgerðir. Hvørt tú ert einstaklingur ella í samband við títt yrki so hjálpa okkara kanningar tær í familju samanhangi ella hvussu tú best velur viðgerð.

Okkara visión er at menna okkara støðu sum ein altjóða viðurkendur samstarvsfelagi og útvegari av nýtuligum genetiskum kanningum.

Vit byggja á eitt sterkt yrkisligt og vísindaligt grundstøði

Amplexa Genetics hevur, saman við viðurkendum og høgt virdum vísindaligum serfrøðingum, ment fleiri enn 100 ymiskar kliniskar genetiskar kanningar. Hesar kanningar eru innan økini nevrologi, endokrinologi, kardiologi og onkologi. Tær kanningar sum vit gera umfata allar týðandi ílegur har vísindalig prógv eru fyri sjúku-avleiðingunum av teim einstøku mutatiónum í ílegunum. Amplexa Genetics hevur eitt sterkt toymi av serfrøðingum við kunnleika innan fyri genetik og genetiskar kanningar og eri hesi til taks við ráðum og hjálp til tulkingar av sjáldsomum ella truplum mutatiónum.

Nútímans tøkni

Amplexa Genetics nýtir tað besta og mest nútímans innan genetiska tøkni. Felagið er við á fremstu røð innan gransking og hevur ein dagførdan hóp av tólum til Single Cell Sequencing, Expression profiling, Real-time PCR, Next Generation sequencing (NGS) og vanliga Sanger Sequencing.

Vit taka samfelagsliga ábyrgd

Amplexa Genetics velur hvørt ár at stuðla tveimum ymiskum felagsskapum sum royna at bøta um viðuskifti í heiminum.

Gjøgnum fleiri ár, og aftur í ár, hava vit valt at stuðla Dansk Flygningehjælp. Fólkaflytingar hava frá aldartíð tillaga okkum til tey menniskju vit eru í dag og í løtuni fyrigongur stór fólkflyting sum óvilja flýggjan undan neyð, kríggi og vanlukku. Vit vilja gjarna hjálpa hesum fólkum til eitt betri lív.

Vit hava somuleiðis valt at stuðla felagsskapinum Danske Hospitalsklovne. Hesin felagsskapur hjálpir børnum, sum er eru innløgd til viðgerð soleiðis at sjúkrahússteðgurin verður so tryggur og jaligur sum gjørligt.

Amplexa Genetics samstarvar við fleiri enn 100 altjóða viðukend sjúkrahús, starvsstovur og læknar har vit stremba eftir at lata úr hondum tað bestu møguligu fakligu tænastuna.

Okkara tænastur hjálpa læknum at stilla eina neyva diagnosu, sum loyvir ein miðvísa viðgerð til frama fyri sjúklingin.

ìlegukanningar er grundarlagið undir sokallaðari “Precision Medicine” sum á føroyskum kann nevnast “Miðvís viðgerð” ella “Skræddaraseymað viðgerð”. Amplexa Genetics hevur verið ein av slóðbrótarnum innan hesa Miðvísu viðgerð.

Sjúkrahús

Filadelfia – The Danish Epilepsy Center (Dianalund, DK)
King’s College Hospital (London, UK)
Guy’s and St. Thomas’ (London, UK)
Karolinska University Hospital (Stockholm, SWE)
Odense University Hospital (Odense, DK)
Aalborg University Hospital (Aalborg, DK)
Epilepsissenteret-SSE; Rikshospitalet (Bærum, NOR)
Lund University Hospital (Lund, SWE)
Montreal Children’s Hospital (Montreal, CAN)
St. Mary’s Hospital (UK)
University Hospital of North Midlands (UK)

Tartu University Hospital
Bambino Gesù Children’s Hospital (Italy)
The Children’s Hospital at Westmead (Australia)
Oslo University Hospital (Norway)
Rikshospitalet Oslo – Epilepsisenteret SSE (Norway)
Uppsala University Hospital – Rudbeck (Sweden)
New Victoria Hospital, Glasgow (UK)
Canterbury Health Laboratories (UK)
The Royal Victoria Hospital (Canada)
Wellington Hospital (New Zealand)
St. James University Hospital, Leeds (UK)
The Prince of Wales Hospital (Australia)
Lund University Hospital (Sweden)

University of Alberta Hospital (Canada)
Centre Hospitalier Université-Laval (CHUL), (Canada)
University of São Paulo NRGs Clinic (Brasil)
Pirkanmaa Hospital Districtt
Ohio Regional Genetics Center (US)
The Hospital for Sick Children (Canada)
Sheffield Children’s NHS Foundation Trust (UK)
University Hospital MAS Malmö (Sweden)
Leeds General Infirmary (UK)
Hospital District of Southern Finland, VSSHP (Finland)

Samband við okkum