Scroll to top
Víkjandi arvagongd

Amplexa Genetics A/S
Tolderlundsvej 3B, 2
DK-5000 Odense C
Danmark
Tel.: +45 6611 6628

Avgreiðslutíðir: Mán-Frí: 9:00-15:00

CVR nr. 2942 8441
Teldupostur: info@amplexa.com

 

Banki: Danske Bank
SWIFT: DABADKKK
Gjald í DKK:
Skrás. nr.: 3596 Konta: 3600 3362 2373 43
IBAN: DK1230 00 3362 2373 43
Gjald í EURO:
Skrás. nr.: 3596 Konta: 3600 085 980
IBAN: DK4030 00 3600 085 980

Víkjandi arvagongd

Øll menniskju hava tvey eintøk av arvamassanum (kallað genomið). Tá barnið verður gitið í móðurlívi, fær tað eitt genomeintak frá mammuni og eitt frá pápanum.
Ì arvamassanum eru umleið 20-22.000 ílegur, sum avgera alt, sum fer fram í kyknuni, og harvið eisini alt, sum fer fram í kroppinum.
Í hvørjari kyknu í kroppinum eru sostatt tvey eintøk av hvørjari ílegu.

Arvaligar sjúkur kunnu vera ráðandi og víkjandi. Er sjúkan av ráðandi slagnum, krevst bert at annað af foreldrunum gevur ílegu-úrbregði víðari til barnið.

Vit á Amplexa Genetics bjóða fram kanningar fyri víkjandi ílegubroytingar.
Fyri víkjandi ílegur sæst sjúka ella sjúkutekin ikki, uttan so at bæði eintøkini av íleguni eru broytt – bæði tað frá mammuni og tað frá pápanum. Tað vil siga, at fólk kunnu býtast í tríggjar bólkar, alt eftir hvørja støðu av íleguni ein hevur fingið frá foreldrunum:

Ikki berarar (WT): Hesi hava tvey vanlig eintøk av íleguni á báðum arvastrongjunum. (Støðan hjá barninum ytst til vinstru í tekningini niðanfyri)

Berarar: Hesi hava fingið eina av teim sjúkuberandi ílegunum antin frá mammuni ella pápanum. (Støðan hjá teimum báðum børnunum í miðjuni í tekningini niðanfyri)

Sjúk: Hesi hava tvey sjúkuberandi eintøk av íleguni, eitt á hvørjum arvastrongi. (Støðan hjá barninum ytst til høgru í tekningini niðanfyri)

Sum tað sæst á myndini, so eru sannlíkindini hjá einum pari, har bæði foreldrini eru berarar, at 1/4 (25%) av børnunum verða ”ikki berarar”; 2/4 (50%) verða berarar; og 1/4 (25%) verða dupult berarar og sostatt sjúk.

Av tíð at títtleikin av hvørjum av hesum sjúkunum er rættuliga høgur í Føroyum, so er tað ógvuliga sannlíkt, at onkur er berari av sjúkuvariantum í meira enn einari ílegu. Tað er tí umráðandi at leita sær læknaliga vegleiðing, um eitt positivt kanningarúrslit fyriliggur.

Amplexa Genetics A/S
Tolderlundsvej 3B, 2
DK-5000 Odense C,
Denmark
Tel. +45 66 11 66 28
Opening hours: Mon-Fri: 9:00-15:00
CVR nr. 29428441
info@amplexa.com

 

Bank Name: Danske Bank
SWIFT: DABADKKK
For payment in DKK:
Reg. nr.: 3596
Account nr.: 36003362237343
IBAN: DK1230003362237343
For payment in EURO:
Reg. nr.: 3596
Account nr.: 3600085980
IBAN: DK4030003600085980

Samband við okkum