Scroll to top
Orðalisti

Orðalisti

Arvafrøðilig – danska heitið er Genetisk.

Arvagongd
Hvussu úrbregði(variantur ella mutatión) verður arvað frá foreldrum til barnið.
Víkjandi arvagongd er, tá sjúka bert sæst í barninum, um bæði foreldur hava broytt ílegueintak/eru sjúkuberarar. Sannlíkindini hjá einum pari, har bæði foreldrini eru berarar, er, at 1/4 (25%) av børnunum verða ”ikki berarar”; 2/4 (50%) verða berarar; og 1/4 (25%) verða dupult berarar/sjúk.
Er sjúkan av ráðandi slagnum (dominant), krevst bert at annað af foreldrunum gevur ílegu-úrbregði víðari til barnið. Váðin fyri at fáa eitt sjúkt barn er tá 50%. Kynsbundin arvagongd er, tá úrbregðið er at finna á einum kynskromosomi. Tá kann bert barn við sama kyni sum sjúkuberandi foreldur arva sjúkuna.

Berari
Ein sjúkuberari hevur úrbregði í ílegu/m, sum verða givin víðari til barnið við víkjandi arvagongd. Sjúkuberari hevur vanliga ongi sjúkutekin ella -eyðkenni.
Um makin hevur somu úrbregði í somu ílegum, kann væntast, at 25% av børnunum gerast sjúk..

Føroyakanningin
Føroyska heitið fyri Færø-panel.

Færø-panel
Danska heitið fyri Føroyakanningin.

Gall
Gul-grøn væta; verður framleidd í livrini og síðani troytt í buggørnini (tólvfingurtarmin) eftir máltíð.
Gallið hevur stóran týdning fyri kropsins upptøku av feitti úr tarmunum.

Genetisk
Tað, ið snýr seg um ílegur.
Genetisk Variant – broyting í ílegu; broytingin kann vera sjúkuelvandi.
Ílegur eru “uppskriftir” á, hvussu kroppurin skal framleiða eggjahvítaevni (protein). Øll eggjahvítaevni hava miðvísa funktión, tá kroppurin verður “bygdur” og búnast.
Úrbregði er at skilja sum stavivillur í uppskriftini. Stavivillurnar kunnu føra til, at eggjahvítaevnini, kroppurin framleiðir, ikki tíggja sær rætt.

Genomet
Danska heitið fyri Arvemassen.

Ílega
Danska heitið er Gen.

Immunverjuskipan
Verjuskipan likamsins í móti ígerðum, plágum og brunasjúkum.

Symptomatisk behandling
Viðgerð av sjúkuárinum – ei lekjandi viðgerð.

Variant
Broytingar í ílegu. Annað heiti fyri úrbregði (mutatión).
Broytingar í ílegu kann vera arvur frá foreldrunum ella komin til í fosturmenningarstigi. Broytingarnar hava onkuntíð ongan týdning – men kunnu eisini verða orsøk til sjúku.

Víkjandi arvagongd
Fyri ílegur, sum eru víkjandi, er tað soleiðis, at sjúkan ella sjúkutekin koma ikki til sjóndar uttan so, at bæði eintøkini av íleguni eru broytt – bæði tað frá mammuni og tað frá pápanum. Tað vil siga,  at fólk kunnu býtast í tríggjar bólkar, alt eftir hvørja støðu av íleguni ein hevur fingið frá foreldrunum:

Ikki berarar: Hesi hava tvey vanlig eintøk av íleguni á báðum arvastrongjunum.

Berarar: Hesi hava fingið eina av teim sjúkuberandi ílegunum, antin frá mammuni ella pápanum.

Sjúk: Hesi hava tvey sjúkuberandi eintøk av íleguni, eitt á hvørjum arvastrongi.

Við øðrum orðum eru sannlíkindini hjá einum pari, har bæði foreldrini eru berarar, at 1/4 (25%) av børnunum verða ”ikki berarar”; 2/4 (50%) verða berarar; og 1/4 (25%) verða dupult berarar og altso sjúk.

 

Samband við okkum